Í kvøld fara tey á Svangaskarði at halda 60 ára føðingardagsveitslu fyri Tofta Ítróttarfelag, sum varð stovnað 21. desember 1962. Tað hevði verið góð upphiting til gott veitslulag, um flaggskipið seinnapartin fór úr Runavík við trimum stigum í grannauppgerðini ímóti NSÍ.
Tølini siga, at tað eru 10 ár síðani, at tað eydnaðist uttanmonnum at vinna fulla úrtøku ímóti innanmonnum. Í 2012 vann B68 2-0 við Løkina, meðan dystirnir á Svangaskarði endaðu við 3-2 heimasigri og so 1-1.
Síðani hevur B68 ferðast millum fremstu og næstfremstu deildina. Í fremstu røð hava NSÍ og B68 dystast níggju ferðir, og allar níggju ferðirnar er tað endað við, at NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku. Í fjør vann NSÍ 2-1 og 1-0 á útivølli, og í Runavík endaði sera dramatisk uppgerð við, at NSÍ vann 4-3, eftir at B68 eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-1. Sigursmálið skoraði Mórits Heini Mortensen við síðsta sparkinum í dystinum.
Tá ið NSÍ sunnudagin tapti 5-1 á útivølli ímóti HB, var Mórits Heini Mortensen sjúkur. Í dag er hann aftur í hópinum hjá Toda Jónsson, sum framvegis manglar fleiri av stuðulsspælarunum. Klæmint A. Olsen og Oddur Á. Højgaard vera ivaleyst aftur í dag á listanum, men teir eru ikki førir fyri at spæla, og Betuel Hansen er framvegis uttanfyri við brotnum beini í skinnabeini. Aron Knudsen hevur verið so mikið illa darvaður av skaða í lærkrikanum, at hann hevur ikki vant saman við liðfeløgunum, og so er Jóhan Troest Davidsen givin.
Ímóti HB var ein av nýggju spælarunum, Jógvan Højgaard, sjúkur. Hann er tøkur ídag. Í vikuni hevur Einar Tróndargjógv, sum ikki hevur vant við besta liðnum síðani 2019, aftur verið á vøllinum. Tað ræður um at fáa royndir aftur á liðið.
Meðan tað hevur verið nógv frágongd í NSÍ, har fleiri eru givnir og fleiri stuðulsspælarar eru skaddir, so hevur tað undan hesum kappingarárinum verið talan um tilgongd á Toftum. Veteranurin og sera týdningarmikli spælskiparin Jann Ingi Petersen var ikki við í javnleikinum á heimavølli ímóti Skála. Hann er darvaður av vøddaskaða og hevur í vikuni ikki vant saman við liðfeløgunum. Fríði í Túni Petersen og Karstin Clementsen eru tøkur aftur, eftir at teir um vikuskiftið vóru burturstaddir.
NSÍ – B68: Aron Sofus Vest kl. 16.00.