Tað eru liðin tíggju ár síðani, at Jógvan á Lakjuni, táverandi landsstýrismaður í mentamálum, gjørdi av at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman.
Jógvan á Lakjuni segði, at hann var sannførdur um, at vit eftir samanleggingina fara at fáa eitt betri útvarp eins væl og sjónvarp.
Kunningarskrivið frá landsstýrismanninum 7. august í 2004 var soljóðandi:
»Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt av at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn frá 1. januar 2005.
Endamálið við samanleggingini er at rationalisera raksturin hjá stovnunum mest møguligt, so tað besta útvarps- og sjónvarpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggjarorkuni hjá stovnunum. Eisini er endamálið við samanleggingini at stovnarnir skula gerast betur førir fyri at røkja sínar public serviceuppgávur. Landsstýrismaðurin metir, at rætta løtan til at fremja samanleggingina er nú, orsakað av at Sjónvarp Føroya stendur fyri at fremja innanhýsis bygnaðarbroytingar. Ein samanlegging má sjálvandi gerast, áðrenn hesar broytingar verða framdar.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað eru nógvar góðar grundir, ið tala fyri samanlegging. Ein samanlegging av stovnunum við felags leiðslu kann tryggja, at umsitingin verður betri og meira effektiv. Her verður hugsað um at:
• umsitingarútreiðslur kunnu avmarkast við at leggja umsitingarligar funktiónir saman
• stovnarnir sleppa undan hvør í sínum lagi at menna og reka virkisøki, sum eru tey somu á báðum stovnunum (t.d. KT, bandasøvn, innkrevjing, bókhald, o.a.)
• møguleikarnir verða betri at gagnnýta orku og servitan, ið eru til staðar á ymsum virkisøkjum
• møguleikarnir fyri at samskipa programmvirksemið verða betri
• umstøðurnar fyri at arbeiða tvørmedialt við útvarpi, sjónvarpi og netvarpi gerast rúmari
• betra møguleikar fyri starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt
• stovnarnir verða umsitingarliga sterkari og hava møguleika fyri at røkja uppgávur, sum teir ikki hava møguleika fyri hvør í sínum lagi
Sostatt fáa vit ein sterkan almennan public service stovn, ið tó av givnum grundum eigur at hava tvey sjálvstøðug og óheft redaktiónsumhvørvi. Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja uppskot um broyting í kringvarpslógini fyri Løgtingið, ið skal geva heimild at leggja stovnarnar saman. Eisini fer landsstýrismaðurin í næstum at seta ein arbeiðsbólk við breiðari umboðan at gera uppskot til eina heilt nýggja føroyska kringvarpslóggávu.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur í morgun kunnað stjórarnar í ávíkavist Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya um hesa ætlan, og hevur landsstýrismaðurin í hesum sambandi heitt á stjórarnar um at kunna starvsfólkini á stovnunum um samanleggingarætlanina.
At enda skal verða víst á, at ein skipan við útvarpi og sjónvarpi í einum og sama stovni er ein vanlig skipan í okkara grannalondum, t.d. RUV í Íslandi, DR í Danmark, NRK í Noregi og BBC í Bretlandi.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vit eftir samanleggingina fara at fáa eitt betri útvarp eins væl og sjónvarp.