Teir mongu Liverpool-fjeppararnir kring allan heimin hava verið samsintir um at fegnast um keypið hjá Brendani Rodgers, høvuðsvenjara av Christian Benteke. Og nú verður vónað, at Benteke er eitt av álopskeypunum hjá Rodgers, sum slær til.
Higartil er tað bert Daniel Sturridge, sum hevur víst seg at verða eitt gott álopskeyp hjá Brendan Rodgers. Sturridge hevur skotið 36 mál í 55 Premier League dystum, og hevur veruliga borgað fyri góðsku.
Sama kann tó ikki sigast um hini álopskeypini hjá Rodgers higartil. Iago Aspas, Luis Alberto, Mario Balotelli, Rickie Lambert, Samed Yesil, Fabio Borini og Oussama Assaidi hava samanlagt skotið bert fimm mál í Premier League, og tað er eingin Liverpool-fjeppari, sum er nøgdur við tað, sum hesir hava lagt fyri dagin.
Sostatt er trýst á Christian Benteke um at skjóta málini, sum tey vánaligu álopskeypini hjá Brendan Rodgers ikki hava megnað at gjørt.