10. a í Venjingarskúli skrivar:

Dagbókin

Hósdagur 12. desember

Í morgun leitaði eg svøk eftir tí reyðu troyggjuni. Eg hevði koyrt hana til vask fyri 1 viku síðan, men mamma hevði SJÁLVANDI ikki vaskað hana. Hon er altíð so stressað!

Sum um eg ikki eri tað! Í dag skulu vit til roynd í føroyskum stíli. Heilt sikkurt bara keðilig evnir at velja í! Tá eg endiliga varð liðug, fóru eg og Sunneva niðan í SMS. Sjálvandi vóru Jón og Kristina har! Hon hugdi ordiliga yvirlegin eftir mær, men tá Símun setti seg hjá mær og Sunnevu, varð hon nokk so súr.

Tá eg kom heim, hevði eg sjálvandi gloymt at keypt inn fyri mammu. Hon varð ikki blíð, tí so mátti hon sjálv fara og taka lítlibeiggan við, sum bara græt. Og hon, sum er so stressað og bla, bla, bla.

Sunneva kundi ikki koma niðan, tí Høgni hevði biðið hana koma í biograf. Eg orki ikki fyri vinkonum, sum altíð velja sjeikin framum alt, sjálvt um hann hevur verið ordiliga keðiligur kvøldið fyri. Eg fór tíðliga í song!

Fríggjadagur 13. desember

Royndirnar eru tíbetur lidnar og mamma hevði vaskað troyggjuna! Jubi! Um eina viku er jólafrí! Jubi! Vit hava bara hugnað okkum í skúlanum og vit sluppu tíðliga heim.

Eg og Sunneva fóru í býin at hyggja eftir klæðum. Mamma skuldi geva mær pengar til jólaklæðir og eg fann ein lekran kjóla og ein jakka. Sunneva keypti jólagávu til Jón - eitt hálsband.

Jón sendi mær eitt sms og spurdi hvat eg fór at gera seinni. Jubi! Eg svaraði ikki aftur beinanvegin, men so spurdi hann um eg kom oman til hann.! Eg svaraði bara "kanska", men eg fór aftaná nátturða! Hann segði ikki eitt orð um Kristinu og eg tímdi ikki at spyrja. Vit avtalaðu at fara á konsert í annaðkvøld! Sunneva verður sikkurt súr, tí Høgni tímir ongantíð á konsert við henni. Men tað má hon um!
Eg var annars næstan liðug at keypa jólagávur, men nú má eg eisini keypa til Jón :o) . Veit bara ikki hvat tað skal vera!