Ferðafólkatalið á flogvøllinum heldur fram at vaksa.
Í januar fóru 23.111 fólk um flogvøllin, 10,1 prosent fleiri enn í januar í fjør, tá ið tað flugu 20.997 fólk um flogvøllin.
Í fjør var samlaði vøksturin í ferðafólkatali 12,2 prosent.
Vøkstur á 18,6 prosent var eisini í farmaflutningum í januar. 96,8 tons av farmi fóru um flogvøllin fyrsta mánaðin í ár.
Men posturin var minni í januar í ár enn í fjør, 3,2 prosent minni.











