10.000 pund við snellu í 14 dagar

Tá In.fo vitjaði á Eiði í dag, lótu menn rímiliga væl at snellufiskiskapinum higartil.

Tá In.fo vitjaði á Eiði í dag, lótu menn rímiliga væl at snellufiskiskapinum higartil í vár.

 

Sagt verður, at menn javnan hava ligið millum eini 800 og 1200 pund á dagin, og tá dagarnir hava eydnast allar best, hevur onkur fingið upp í eini 2.000-3.000 pund.

 

Sum skilst á monnum, hava fáir bummdagar verið. Tá roynandi hevur verið, hevur sum oftast fingist nakað av fiski, og teir hepnastu hava gjørt rímiliga góðar dagar.

 

Báturin Poul S., sum sæst her á innsettu myndini og sum er komin heilt sunnan úr Vági, hevur fingið trupulleikar við róðrinum, sum teir royndu at loysa á Eiði í dag.

 

- Eg havi verið her norðuri í 14 dagar og havi fiskað 10.000 pund einsamallur. Í fjør eydnaðist várið hampiligt, og líkt er til, at várið hesaferð fer at roynast heldur betri, sigur maðurin, sum eigur Poul S.

 

Útróðrarmaðurin helt tó fyri, at summir dagar á Norðhavinum eru buldrasligir, men tað er hugaligt, tá fiskur er at fáa. Hóast snellutíðin nú fer at styttast, vóna menn kortini at fáa nakrar góðar dagar aftrat.