10.000 krónur til Skúvoyar bygdarfelag

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, fegnast um gávu, sum byggifelagið Articon hevur latið Skúvoyar bygdarfelag

Skúvoy

 

Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum um, at ein maður í Skúvoy, ið áður hevur siglt sum navigatørur, hevur gjørt av at geva Skúvoyar bygdarfelag eina peningagávu á 200.000 krónur.

Nú hevur endurstovnaða bygdarfelagið so fingið enn eina gávu til sítt arbeiði.

Tað er byggifelagið Articon, sum hevur gjørt av at geva felagnum ein kekk á 10.000 krónur.

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at kekkurin varð handaður í Skúvoy seinasta leyardag, tá byggifelagið saman við familjum teirra var á útferð í oynni.

- Formaður í endurskipaða felagnum er Dánjal Hentze, men hann er ikki heima í løtuni, og tí var tað pápi hansara, Óla Jákup Hentze, sum tók ímóti kekkinum.

 

Blíðskapur

Borgarstjórin sigur, at skúvoyingar eru sera fegnir um kekkin.

- Byggifelagið vildi geva bygdini hesa gávu, tí teir siga seg hava møtt so stórum blíðskapi í oynni, nú teir hava bygt okkum vatnreinsiverk her úti, sigur Harry Jensen.

Hann vísir á, at Skúvoyar bygdarfelag ikki hevur ligið púra lamið øll tey seinast árini, men nú verður so roynt at blásað meira lív í felagið aftur.

- Teir, sum nú sita í nevndini, umhugsa hvat felagið skal gera. Sum er, eigur felagið eingi hús, men sum eg havi skilt, verða ymiskir møguleikar kannaðir, sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu.