Myndugleikarnir í Kekkia hava flutt umleið 10.000 fólk burtur úr býnum Znojmo nærhendis eysturríkska markinum, tí teir bera ótta fyri, at áhaldandi regn fer at elva til vatnflóð.
Tað hevur regnað illa nógvastaðni í Kekkia teir seinastu dagarnar, og tá kavin í fjøllunum samstundis er farin at bráðna, eru áirnar vaksnar so nógv, at myndugleikarnir hava ávarað fólk ímóti vatnflóð.
Eisini í høvuðsstaðnum Prag stúra tey fyri vatnflóð, og í gjár fóru bjargingarlið undir at leggja sandsekkir fram við tjóðatleikhúsinum og øðrum søguligum bygningum. Tey hava ikki gloymt vatnflóðina í 2002, sum legði stórar partar av tí søguliga býnum undir.