Í gjár kom álitið um, hvussu kommunurnar í Danmark skulu skipast í framtíðini, og sum vænta mælti nevndin til, at kommunur helst skulu hava í minsta lagi 30.000 fólk.
Men tað eru minni enn so øll, sum eru so fegin um hugskotið, tí tað fer at gera, at nógv tær flestu kommunurnar í Danmark verða strikaðar av kortinum, tí tær mugu leggjast saman við øðrum kommunum. Ein av mótstøðumonnunum er formaðurin í danska kommunufelagnum, Eigil W. Rasmussen. Hann heldur, at tað ber væl til at lækka minstamarkið til 10.000 fólk.
-Sjálvt um kommunurnar fáa fleiri uppgávur í framtíðini innan eitt nú serundirvísing, heilsu og arbeiðsmarknað, kann ein kommuna við 10.000 fólkum megna uppgávurnar, sigur hann. Sjálvur er Eigil W. Rasmussen borgarstjóri í jútsku kommununi Gedved. Har búgva 10.070 fólk!