Sunnudagin fer føroyska landskappingin í fótbólti á rull, tá ið 1. umfar í Betrideildini hjá monnum verður spælt.
Tað er nú greitt, at hetta fyrsta umfarið, og eisini annað umfar, verða spæld uttan nakrar áskoðarar. Hesa avgerðina hevur starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við Coronavirussið.
- Eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheita um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar væntast at savnast, annaðhvørt verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt av, at allir dystirnir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar, skrivar FSF í skrivi til feløgini í kvøld.
Eisini onnur tiltøk verða sett í verk.
- Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur fyribyrgjandi tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini sum avleiðing av Coronavirussinum. Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjar, har leikarar og dómarar heilsast, ikki nýtt fyribils, skrivar FSF.