Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði
Ein vetur, tá útvarpið byrjaði tíðindsendingina kl. 18.30, segði útvarpsmaðurin, at onkur ynskti at fáa hendan spurningin svaraðan:
"Hvør hevði uppfunnið tann sið at kasta jørð á kistuna við jarðarferðir?"
Samstundis segði útvarpsmaðurin, at Emil Olsen skuldi svara spurninginum. Emil Olsen segði, at hetta høvdu vit fingið frá katolikkunum. Hann segði eisini, at vit hava fingið so nógv annað frá katolikkunum, men hann segði ikki hvat tað var.
Tá hugsaði eg: "Hvat hevur fólkakirkjan fingið frá katolikkunum?" Jú, haðani er barnadópurin, konfirmatiónin, altargongdin og jørðákastingin komin.
Tá ið Emil segði, at tað var so nógv, sum fólkakirkjan hevði fingið frá katolikkunum, so er helst eisini okkurt annað, sum eg ikki veit um.
Ein læra, sum stríðir ímóti Skriftini
Eg minnist tá ið eg sum barn gekk í kirkju og til altargongd, tá hoyrdi eg, at um tey, ið fóru til altars, angraðu av hjarta, kundi prestur fyrigeva teimum allar syndir teirra "við Jesu sanna likami og blóði", sum sjálvandi einans var vanligt breyð og vanligt vín, tí Jesu blóð rann, alt sum tað var, úr likami hansara og niður á jørðina við Golgata, og likam hansara var ikki lutað sundur í petti, men lá í grøvini í heilum líki til hann reis upp og fór til himmals.
Í dag hoyrist við altargongd í útvarpsgudstænastum, at sagt verður, meðan breyðið og vínið verður givið teimum, sum eru farin til altars:
"Hetta er Jesus sanna likam" og "hetta er Jesu sanna blóð."
Men tað skal ein og hvør vita, at tað kann gera tað sama hvussu nógv góð orð verða søgd eina slíka løtu, tey kunnu ikki geva nøkrum menniskja syndafyrigeving.
Bíblian sigur, at vit skulu ikki eta blóð so at læran um at "hetta er Jesus sanna blóð"stríðir beinleiðis ímóti Bíbliuni. (Ápostlasøgan 15,20; 3. Mósebók 3,17 og 17,14)
Gudsspottan
At hugsa sær, at menn og kvinnur keypa vín úr rúsuni at geva teimum, sum fara til altars og siga teimum, at "hetta er sanna Jesu blóð," haldi eg vera langt av leið - ja, gudsspottan.
Eitt veit eg við vissu út frá Guds orði - og tað er:
At Gud hevur ikki brúk fyri nøkrum altari nú!
Altartíðin og ofringin fyri synd er langt síðani liðug. Seinasta altarið, sum Gud góðtók, var krossurin á Golgata har Jesus varð ofraður. Hetta er einasta offur sum Gud góðtekur fyri synd.
Eingin prestur er millummaður millum Gud og okkum
Ikki er neyðugt at fara til altars fyri at fáa syndafyrigeving. Hana fáa vit einans við at vit beinleiðis søkja fyrigeving Guds gjøgnum Jesus Kristus. Eingin prestur kann geva syndafyrigeving, tí hann er sjálvur ein syndari sum øll onnur og hann hevur sjálvur brúk fyri syndafyrigeving frá Gudi. Skrivað stendur:
"Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt upp um himlarnar, ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini - eins og høvuðsprestarnir at bera fram offur, fyrst fyri sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins, tí hetta gjørdi hann eina ferð fyri allar, tá ið hann ofraði seg sjálvan." (Hebrearabrævið 7,26-27)
Eingin prestur er settur sum millummaður millum Gud og okkum. Vit hava EIN millummann millum Gud og okkum - og tað er Jesus, sum skrivað stendur:
"Ein millummaður er millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus."
(1. bræv Timoteusar 2,5)
Um at tala ósannindi og vitna rangt
Bíblian talar um at fara lætt um sannleikan og bera fram ósannindi, sum er serstaka álvarsamt í andaligum viðurskiftum og tað sum hevur við frelsu og syndafyrigeving okkara at gera.
Hesi skriftorð tala fyri seg:
"Seks eru, sum Harrin hatar, sjey eru sál Hansara andstygd: Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð, hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, ið eru kvikir til tað, ið ilt er, ið talar lygn og vitnar rangt og tann, ið setur split millum brøður." (Orðtøkini 6,16-19).