1 millión í stuðli til verkætlan um burðardygga elskipan

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum SEV stendur á odda fyri

Granskingarnevndin hevur játtað 1 millión krónur í stuðli til eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum SEV stendur á odda fyri, boðar Granskingarráðið frá í dag.

 

Í stuttum snýr verkætlanin seg um at kanna, hvørji átøk skulu gerast fyri at tryggja støðufestið í elskipanini í einum avbyrgdum oyggjasamfelag sum Føroyar, har stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum orkukeldum sum t.d. vindi og sól, skrivar Gransking.fo.

 

Farið verður undir verkætlanina 1. november.

 

Verkætlanin kallast "Trygdarveiting fyri einum støðugum elneti og eini álítandi elveiting í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum". Partarnir í verkætlanini eru Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur, SEV, Ålborg Universitet og Náttúruvísindadeildin á Setrinum.

 

Hetta er triðja vinnu ph.d.-verkætlanin, sum er játtað í 2018, og partur av fyrstu royndini í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir.