Tann 1. mai verður forvitnisligt tiltak í Garsagarði í Havn fyri børn og vaksin. Eftir vanligu tiltøkini á Vaglinum, verður konsert, undirhald og annað í Grasagarði. Tað er starvsnevnd javnaðarfloksins og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum fyriskipa tiltakið.
Føroyskt og útlenskt á pall
Jens Marni Hansen fer á pallin við bólki og Búi E. Dam og Dánjal á Neystabø fara at hava undirhald, sum í stóran mun er til børn.
Stóra navnið er danski bólkurin Six City Stompers, ið er ein glaður jazzbólkur, ið spælir lættan, vanligan jazz.
Bólkurin er settur saman av ungum, evnaríkum og viðurkendum tónleikarum. Allir ganga, ella hava gingið, á konservatorinum. Í Danmark verður bólkurin sagdur at vera eitt frískt lot á siðbundna jazzpallinum. Leikararnir eru allir í 20’unum og hava ein veikleika fyri Louis Armstrong. Fáir tónleikarar spæla siðbundnan jazz og tað var tí náttúrligt hjá hesum seks dreingjunum at leggja seg eftir hesi tónleikagrein, ið teimum dámar so væl og sum teir eru uppvaksnir við.
Virðisløn
Spæligleðin eyðkennir Six City Stompers, sum síðani stovnanina í 2004 hava spælt bæði í Danmark og úti í heimi. Teir hava spælt á flestu donsku festivalunum og á stóra Vega í Keypmannahavn, hava verið í lansdekkandi sjónvarpi, og eru júst heimkomnir frá europameistaraskapinum í siðbundnum jazzi í París, har bólkurin vann sonevndu áhoyraraheiðurslønina.
Hálvur føroyingur við
Manningin í Six City Stompers er henda: Peter Marrot, trompet, Peter Rosendal, basun/piano, Mads Mathias, sang/sax, Andreas Kahne, banjo, Frederik Juul, trummur og Torleik Mortensen, bass. Torleik er hálvur føroyingur og í næsta blað hava vit samrøðu við Torleik.
Til ber at vitja heimasíðurnar www.SixCityStompers.dk og www.myspace.com/sixcitystompers