1. januar 1959: 50 ár síðani Castro tók valdið í Kuba

Longu í 1953 royndi Fidel Castro at fáa Fulgencio Batista frá valdinum, men tað miseydnaðist. Í 1956 byrjaði Castro uppreisturin av nýgjum. Nýggjársdag í 1959 hevði Castro rokkið tí hann ætlað

Nýggjársdag verður stórt hátíðarhald í Kuba, tí tá eru 50 ár liðin síðani Fidel Castro og kollveltingarherur hansara tóku valdið í landinum. Øll hesi árini, líka fram til 24. februar í 2008 hevur Fidel Castro verið leiðari landsins. Í dag er tann 82 ára gamli Castro kortini ikki so ræðuliga langt frá tí evsta valdinum. Yngri bróðir hansara, Raul Castro er nú leiðari landsins. Hóast USA hevur framt handilsstongsul ímóti landinum í hálva øld, so hevur tað á undrunnarverdan hátt eydnast Castro-monnunum at varðveita valdið í tí stóru oynni í vesturindiska havinum.

 

Fyrsta álopið miseydnaðist

Fulgencio Batista var valdur til forseta í Kuba á demokratiskan hátt í 1940. Fyrstu árini var Batista ein væl umtóktur forseti á Kuba. Men til forsetavalið í 1952 stóð tað øllum greitt, at Batista ikki longur var so vælumtóktur, og at hann tí fór at tapa forsetavalið. Batista, sum tá var vorðin valdssjúkur gjørdi ikki mætari, enn at fremja eitt hernaðarkvett fyri at tryggja sær valdið. Hernaðarkvettið hjá Batista forkom møguleikanum hjá tí 26 ára gamla Fidel Castro at stilla upp fyri flokkin, sum nevndist “Partido Ortodoxo”.

Flokkurin hjá Castro stríddist ímóti mutri í almennu umsitingini, og ætlaði at fremja nýskipanir fyri vanliga fólkið. Í 1953 samdust Castro og onnur mótstøðufólk hjá Batista um, at tey skuldu taka til vápnini, og fáa Batista frá valdinum. 26. juli í 1953 framdu uppreistrarfólkini eitt vápnað álop á hernaðarleguna í býnum, Bayamo.

Uppreistrarfólkini løgdu ætlanir um at útvega sær vápn frá Bayamo til stóra stríðið, sum stóð fyri framman. Men álopið miseydnaðist. Hernaðarleiðslan fekk frænir um ætlanirnar hjá uppreistrarmonnunum, og tað eydnaðist herinum at berja uppreisturin niður.

Teir 160 uppreistrarmennirnir høvdu ongan møguleika ímóti tí væl vápnaða herinum. 61 uppreistrarmenn lótu lív hendan dagin. Uppreistrarmennirnir, sum sluppu við lívinum, teirra millum Fidel og Raul Castro flýggjaðu niðan í Sierra Maestra fjøllini, men tað gingu bert fáir dagar, so vóru uppreistrarmennirnir tiknir til fanga. Hevði Fidel Castro ikki havt so góð sambond, so er eingin ivi um, at hann hevði verið skotin. Tá hann skuldi fyri rættin, valdi sakørarin, Fidel Castro at verða sín egni verji. Verjurøðan, sum vardi 4 tímar gjørdist tiltikin.

Í verjurøðu sínari legði hann eisini fram nógvar av sínum politisku sjónarmiðum og ætlanum. Í verjurøðuni helt Castro fast við, at álopið á hernaðarleguna kundi rættvísgerast, tí Batista var ein tyranur. Fidel Castro slapp undan deyðarevsing, og var dømdur 15 ára fongsul. Revsingini skuldi hann sita í einum fongsli á oynni, Isla de Pinos, sum liggur sunnanfyri Havanna. Í dag eitur oyggin Isla de la Juventud.

 

Til Meksiko

Miseydnaða álopið á hernaðarstøðina hevði lært Fidel Castro, at ein kollvelting krevur nógva og góða fyrireiking. Í 1955 var hann latin leysur, og fór hann saman við øðrum uppreistrarmonnum til Meksiko. Komnir til Meksiko stovnaðu teir bólkin “Movimiento 26 de Julio” – 26.juli-rørslan til minnis um dagin, tá teir lupu á hernaðarleguna í Bayamo.

Í Meksiko fekk Castro samband við ein agent hjá KGB, og vónaði hann, at KGB kundi hjálpa til at fíggja vápn til kollveltingina. KGB ønti teimum ikki aftur, men tað eydnaðist at savna pening inn frá kubanarum, sum búðu í USA. Castro og hansara menn keyptu ein motorbát, sum teir nevndu “Granma”. Tungt lastaður við nógvum vápnum, 82 uppreistrarmonnum og 8.000 litrum dieselolju sigldi Granma avstað við kós ímóti Kuba tann 26. november. Granma lá tungt í sjónum, og tók ferðin tveir dagar longri, enn Castro hevði ætlað.

 

Gekk illa í byrjani

Tað gekk av skriðuni við kollveltingini ta fyrstu tíðina. 2. desember fara uppreistrarmennirnir í land á eystursíðuni á Kuba, í einum staði sum nevnist Playa Las Colorados. Bøndurnir á staðnum geva teimum svongu uppreistrarmonnunum mat, og hjálpa teimum at finna veg. 5. desember gongur tó galið.

Ferðaleiðarin, sum hevur ført teir gjøgnum fjøllini sigur myndugleikunum hjá Batista frá hvar Castro og hansara menn eru staddir. Uppreistrarmennirnir fara í felluna hjá stjórnarherinum, sum drepur allar uppreistrarmennirnar, uttan bara 20 mans sum yvirliva krútregnið. Fleiri dagar ganga, áðrenn teir sum eru eftir finna hvønn annan og gera tapini upp. Millum teir, sum yvirliva eru Fidel og Raul Castro, vinur teirra, Camilo Cienfuegos og tann seinni so legendariski Che Guevara, sum var illa særdur í beininum.

Tað eydnast at sleppa undan herinum, og longu 17. januar í 1957 fara Castro og hansara menn í mótálop. Nakrir mans eru lagdir aftrat uppreistrarherinum nú, og tað eydnast 32 uppreistrarmonnum at leypa á eina minni hernaðarlegu við 15 hermonnum. Uppreistrarmennirnir taka hernaðarleguna, sum liggur vi La Plata ánna, og hava teir vunnið sín fyrsta hernaðarliga sigur.

Batista er dansandi óður um, at herurin ikki megnar at fanga uppreistrarmennirnar. Batista veit eisini, at uppreistrarmennirnir megna ikki at yvirliva uttan hjálp frá fólkunum á staðnum. Batista sendir bumbuflogfør avstað fyri at bumba fólkini í Eystur-Kuba fyri at fáa tey at broyta støðu mótvegis Castro og uppreistrarmonnunum. Men tað virkar beint øvugt, og alsamt fleiri kubanar fara í part við uppreistrarmonnunum.

 

Uppreisturin breiðir seg

Uppreisturin byrjar nú at breiða seg, og 13. mars í 1957 storma fleiri lesandi forsetaborgina fyri at myrða Batista. Men atgerðin er illa fyrireikað. Tey lesandi finna ikki Batista, og verða tey øll antin skotin, ella tikin til fanga. 5. september gera flotahermennirnir í býnum, Cienfuegos uppreistur, men tað eydnast Batista-trúgvum herdeildum at berja uppreisturin niður.

Fleiri og fleiri avgerandi bardagar eru næstu 16 mánaðarnir, og spakuliga men víst vinnur uppreistrarherurin seg vestureftir ímóti Havanna. Moralurin millum teir 30.000 Batista-trúgvu hermennirnar søkkur alsamt, so hvørt sum uppreistrarherurin gerst alsamt størri. Í alsamt fleiir býum eru mótmælisgongur á nærum hvørjum degi. Í Santiago verður lokali leiðarin fyri 26. juli rørsluni, Frank Pais myrdur saman við Raul Pujol.

Duppultmorðið, sum er framt av Batista trúgvum løgregluliðum førir til risastórar mótmælisgongur og eitt aðalverkfall í Santiago. Herurin, sum higartil hevur stuðlað Batista ivast meir og meir, um forsetin er sín uppgávu vaksin. USA valdi at gevast at stuðla Batista í 1958. Umsitingin hjá Eisenhower, forseta byrjaði at innsíggja, at Batista ikki var tann besti hesturin hjá USA at seta peningin á.

 

Síðsta royndin

Ì einari síðstu roynd at berja uppreistrarherin niður sendir Batista ein her uppá 12.000 hermenn fyri at berjast ímóti teimum uml. 2.500 uppreistrarmonnunum, sum halda til í Sierra Maestra fjøllunum.

Men manntalið verður útjavnað við at hermennirnir hjá Castro kennir fjøllini væl, meðan hermennirnir hjá Batista eru púra ókunnigir við fjallalendið í Sierra Maestra. Innan fáar dagar hevur herurin hjá Batista mist 126 mans, hernaðarovastin hjá Batista, Eulogio Cantillo tekur avgerð um, at taka alla hernaðarmegina aftur. Hetta hevur ringa ávirkan á moralin hjá hermonnunum, og nú stendur flestu fólkum greitt, at tað fer ikki at bera til hjá Batista at halda fast við valdið.

Batista-trúgvir hermenn royna at halda skansan kring Kuba, men teir hava ongan møguleika ímóti tí stóra fólkahavinum, sum uppreistrarmennirnir hava fingið við sær. Í november og desember í 1958 taka uppreistrarmennirnir allar teir stóru býirnar uttanfyri Havanna. Nýggjársaftan í 1958 læs Batista skriftina á vegginum. Hann pakkaði viðførið við nógvum útlendskum gjaldoyra, og rýmdi av landinum. Kl. 3 um náttina fer flogfarið hjá honum úr Kuba, og hann sá ongantíð Kuba aftur. Batista búsetti seg fyrst á Madeira, síðani í Estoril, sum liggur uttanfyri portugisiska høvuðsstaðin, Lissabon. Batista doyði 6. august í 1973 av einum hjartatilburði. Hetta hendi meðan hann var staddur í Marbella í Spania.

 

Á sigursferð

Nýggjársdag í 1959 fór Fidel Castro eina sigursferð gjøgnum alt Kuba. Sigursferðin byrjaði í Santiago á eystursíðuni, og endaði í høvuðsstaðnum, Havanna á vestursíðuni. Castro og hansara menn innrættaðu sær høvuðsskrivstovuna á Hotel Hilton í Havanna. Teir lógu ikki á løtu síðuni, men fóru beinavegin í holt við at taka Batista-viðhaldsfólk av døgum.

Í samfull 50 ár hevur tað eydnast Fidel og Raul Castro at reka Kuba, sum ein marxistiskan einflokka-stat. Lagnunnar speisemi er, at í dag eru teir líka tvørir at seta í verk politiskar nýskipanir, sum Batista var tað í sínari tíð. Handilsstongsulin hjá USA er enn í gildi, men møguliga fer Barrack Obama at fremja eina broyting, livst so spyrst. Castro hevur tó síni viðhaldsfólk kring Heimin, og eru tað alsamt fleiri fólk, sum vitja Kuba. Nakað av marknaðarbúskapi er innførdur í Kuba, so onkur kamelur er svølgdur hesi 50 árini.

Fyri rættvísissakir skal eisini sigast, at skúlaskipanin og heilsuverkið hava verið tvær sólskinssøgur á Kuba hesi farnu 50 árini, og verða júst hesi bæði tingini ofta drigin fram av Castro-fjepparum. Millum kendastu Castro-fjepparnir er argentinski landsliðsvenjarin, Diego Armando Maradona, sum mangan hevur leitað sær heilsubót á Kuba.