1.deildmenn: Botnuppgerð í kvøld

Ein dystur veður hjá 1.deild monnum í kvøld í Gundadali. FC Hoyvík tekur ímoti absolutta botnliðnum 07 Vestur, sum framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar í kappingini í ár.

 

Ein dystur í 14. umfari hevur longu verið, tá FC Suðuroy vann 4-1 EB/Streymi 10. Juni. Í kvøld tekur FC Hoyvík og Súni Fríði Barbá ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. Súni Fríði tók fyri viku síðan við starvinum sum venjari hjá FC Hoyvík, eftir at hann frammanundan hevði verið hjá júst teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

 

Súni Fríði vann í fyrstu royndini, tá FC Hoyvík fríggjakvøldið vann 4-1 á EB/Streymi. 07 Vestur hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í kappingini í ár, meðan FC Hoyvík stríðist fyri at sleppa vekk frá botninum.

 

Dystir 1.deild:

 

Hósdagin 23/6:

 

FC Hoyvík – 07 Vestur 20:15 (Birgir Sondum)

 

Fríggjadagin 24/6:

 

TB – Skála 17:30 (Lars Muller)

 

Leygardagin 25/6:

 

AB – HB 17:00 (Dia Lamhauge)

Víkingur – NSÍ 19:15 (Bent Tommy Linklett)