Fýra dystir eru higartil leiktir í næstbestu deildini hjá monnum í dag. Klokkan 17.15 byrjaði fimti dysturin, ið er millum B36 og HB.
B71 vann stórsigur á NSÍ í oddauppgerðini við einum hattricki hjá Tijani Mohamed. B71 er einasta liðið við fullum stigatali.
FC Suðuroy heldur fast í góðu gongdini við sigri á Víkingi á útivølli í Leirvík. AB vann á TB við Stórá í Trongisvági, og KÍ vann á FC Hoyvík uppi á Hoyvíksvøllinum.
B71-NSÍ 4-1 (1-0)
1-0 Tijani Mohamed (41.)
2-0 Sjálvmál (50.)
2-1 Jógvan Højgaard (72.)
3-1 Tijani Mohamed (75.)
4-1 Tijani Mohamed (82.)
Víkingur-FC Suðuroy 0-1 (0-0)
0-1 Salmundur Bech (47.)
TB-AB 1-2 (0-1)
0-1 Marley Blair (45.+)
1-1 Nikolei Johannesen (67.)
1-2 Gunnar Reynslág (79.)
FC Hoyvík-KÍ 0-2 (0-1)
0-1 Jóhan Josephsen (14.)
0-2 Óli Poulsen (50.)
Kelda: dystir.fo
##med2##
(Stigatalva frá soccerstand.com)