1.deild menn: Oddabrakið endaði javnt

Fult umfar hevur verið í 1.deild í dag og stóri vinnarin gjørdist TB, sum varð einasta liðið av trimum teimum fremstu, ið vann. Hini bæði spældu javnt í Vági, har heimaliðið skoraði tvær ferðir við tíggju monnum.

 

Alex Mellemgaard legði argjamenn á odda seint í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn smáir tjúgu minuttir vóru eftir, at lív kom í FC Suðuroy. Fyrst fekk Mortan úr Hørg reytt kort. Í eftirfylgjandi støðuni javnaði Súni úr Hørg fyri FC Suðuroy. Sami Súni úr Hørg gjørdi sutt eftir brotsspark, sum Milan Kuljic umsetti til mál. Sjey minuttir fyri tíð javnaði FC Suðuroy við máli frá John T. Poulsen.

 

Í Sørvági vann TB stórt á 07 Vestur og hevur hálað seg upp á næstfremsta plássið. Erland Danielsen skoraði einsamalla málið í dystinum, tá Skála tók móti EB/Streymi. NSÍ vann 3-1 á HB, meðan FC Hoyvík tapti við trimum málum móti ongum í Leirvík.

 

FC Suðuroy - AB 2-2 (0-1)

0-1 Alex Mellemgaard, 37

1-1 Súni úr Hørg, 73

1-2 Milan Kuljic, 75 br

2-2 John T. Poulsen, 83

 

07 Vestur II – TB 0-5 (0-4)

0-1 Martin Tausen, 3

0-2 Bárður Dimon, 29

0-3 Rógvi Joensen, 34 br

0-4 Rógvi Joensen, 44

0-5 Dmitrije Jankovic, 91

 

Skála - EB/Streymur II 1-0 (1-0)

1-0 Erland Danielsen, 43

 

NSÍ II – HB II 3-1 (1-1)

0-1 Páll H. Jacobsen, 8

1-1 Árni Fredriksberg, 18

2-1 Eddie Mikkelsen, 53

3-1 Andrias á Líknagøtu, 81

 

Víkingur II – FC Hoyvík 3-0 (3-0)

1-0 Bárður Hansen, 3

2-0 Ingi Sørensen, 31

3-0 Andras Mikkelsen, 32

 

Støðan eftir 12 umfør(FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt 13 dystir)

 

1: FC Suðuroy 33 stig

2: TB 29

3: AB 28

4: NSÍ 21

5: Skála 19

6: EB/Streymur II 15

7: Víkingur II 12

8: HB II 10

9: FC Hoyvík 10

10: 07 Vestur II 0

 

(Kelda: www.faroesoccer.com)