BRIDGE
Spæld vórðu fýra umfør í FM kappingin fyri lið í Bridgehúsinum í Havn seinasta vikuskifti.
Í fyrstu deild er kappingin komin gott og væl í helvt, og tvey lið hava lagt seg heldur væl fram um hini. Ikki so óvantað eru hesi liðini tey somu, sum tey seinastu nógvu árini eru farin við FM heitinum, liðið hjá Allan Dal-Christiansen og Junior Buss Taxa. Toppdysturin millum liðini bæði endaði við greiðum sigri til Allan, 22-8, og liggja teir nú fremstir 4 stig framman fyri Junior Buss.
Á liðnum hjá Allan leika eisini Per Kallsberg, Dánjal Pauli Mohr, Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen. Nakrar av dystunum í vikuskifinum leikti Bjarki Ellefsen fyri Per Kallsberg, og tað gjørdi hann við góðum úrslitum.
Teir báðir ungu leikararnir á liðnum hjá Junior Buss Taxa, Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett, leiktu sínar fyrstu dystir á liðnum og vístu greitt, at vit her hava eitt par við einari bjartari framtíð í bridge. Onkur vil vera við, at teir longu nú banka uppá dyrnar til A-landsliðið!
Hini fýra liðini í fyrstu deild liggja sera jøvn, og enn er vónleyst at spáa um, hvørji av teimum sleppa við í endaumfarið. Rættiliga óvantað liggur liðið hjá Símin Lassaberg aftast í fyrstu deild.
Liðini í aðru deild skulu leika 14 dystir, teir fyrstu sjey við 28 spølum og teir seinnu við 14 spølum. Tey flestu liðini í aðru deild hava leikt seks dystir. Liðini hjá Petur Winther og Jens Paula G. Nolsøe spældu ein framskundaðan dyst leygarkvøldið, og hava hesi bæði liðini sostatt leikt ein dyst meir enn øll hini í deildini.
Fremst í aðru deild liggja liðini hjá Halluri Ellingsgaard (Eysturoy) og Petur Winther (Vágur). Væl við í kappingini er eisini liðið hjá Maritu Krossteig (Klaksvík).
Úrslit
1. deild
Fríggjakvøldið 22. nov.
Símin Lassaberg ? Junior Buss Taxa01-25
Allan Dal-Christiansen ? Jórun Johannesen21-09
Carl Mikkelsen ? Jóna Grunnveit14-16
Leygardagin 23. nov.
Junior Buss Taxa ? Allan Dal-Christiansen08-22
Símin Lassaberg ? Carl Mikkelsen20-10
Jórun Johannesen ? Jóna Grunnveit16-14
Jórun Johannesen ? Junior Buss Taxa02-25
Carl Mikkelsen ? Allan Dal-Christiansen16-14
Jóna Grunnveit ? Símin Lassaberg14-16
Sunnudagin 24. nov.
Junior Buss Taxa ? Jóna Grunnveit16-14
Símin Lassaberg ? Allan Dal-Christiansen02-25
Jórun Johannesen ? Carl Mikkelsen17-13
Støðan í 1. deild (6 dystir)
1Allan Dal-Christiansen121
2Junior Buss Taxa117
3Carl Mikkelsen 82
4Jóna Grunnveit 77
5Jórun Johannesen 73
6Símin Lassaberg 60
2. deild
Fríggjakvøldið 22. nov.
Marita Krossteig ? Dia Jacobsen25-02
Hallur Ellingsgaard ? Danny Transport23-07
Eyðun S. Olsen ? Jens Pauli G. Nolsøe05-25
Petur Winther ? Odd Fjallsbak25-02
Leygardagin 23. nov.
Dia Jacobsen ? Danny Transport17-13
Jens Pauli G. Nolsøe ? Odd Fjallsbak22-00
Hallur Ellingsgaard ? Eyðun S. Olsen25-05
Petur Winther ? Marita Krossteig12-18
Odd Fjallsbak ? Dia Jacobsen16-14
Danny Transport ? Jens Pauli G. Nolsøe23-07
Marita Krossteig ? Hallur Ellingsgaard20-10
Eyðun S. Olsen ? Petur Winther15-15
Petur Winther ? Jens Pauli G. Nolsøe23-07
Sunnudagin 24. nov.
Dia Jacobsen ? Jens Pauli G. Nolsøe03-24
Danny Transport ? Odd Fjallsbak13-17
Marita Krossteig ? Eyðun S. Olsen19-11
Hallur Ellingsgaard ? Petur Winther17-13
Støðan í 2. deild (6 dystir)
Hallur Ellingsgaard125
Petur Winther125*
Marita Krossteig116
Jens Pauli G. Nolsøe113*
Danny Transport79
Eyðun S. Olsen68
Dia Jacobsen55
Odd Fjallsbak47
*Hava leikt 7 dystir