1. deild í bíðistøðu

Bert ein dystur verður spældur í 1. deild hetta vikuskiftið. FSF hevur gjørt broytingar, nú U19-landsliðið er uttanlands, og hetta gevur samstundis rúm fyri at avgreiða útsettu dystirnar, sum hava verið í deildini. Soleiðis er dysturin hesa ferð millum Víking og TB, og hósdagin spæla HB og KÍ eisini sínamillum dyst, sum hevur bíðað. Tá hesir eru avgreiddir, hava øll liðini tríggjar dystir eftir at spæla, og so er veruliga klárt at fara undir endaspurtin í deildini.