Ein dystur hevur verið í 1.deild hjá monnum í fótbólti í dag. Talan er um útsetta og umstrídda dystin millum AB og TB/FCS/Royn. Argjamenn vunnu greiðan 5-1 sigur í einum dysti, har tað bleiv dekan ov myrkt at spæla móti dystarenda.
Hóast suðuroyingar kundu styrkt liðið við onkrum spælarum, so var eitt nú Stefan Radosavljevic ikki við, meðan David Muller ikki var við vegna sjúku. Dysturin fekk eina ferðmikla byrjan, tí Poul Ingason skoraði longu aftaná 30 sekund, tá hann skuldi leggja bóltin innfyri, men endaði við at skjóta hann í málhornið.
Gestirnir høvdu ikki fingið armarnar niður, tá ungi Filip í Liða dribblaði framvið tveimum og bleiv feldur. U17 landsliðsspælarin frá EM endaspælinum í Kroatia fekk møguleikan frá byrjan, og tók av. Bjarki Nielsen javnaði upp á brotssparkið.
Argjamenn trýstu nógv fyri hálvleik og megnaðu eisini at leggja seg á odda, tá Bjarki Nielsen bleiv spældur leysur. Hann rann frá verjuni og skoraði við tryggum skotið. Í seinna hálvleiki var AB eisini omaná og økti við trimum málum. Bárður Olsen, Teitur Olsen og Beinir Henriksen skoraðu málini.
Dysturin er umstríddur, tí hann er fluttur eina viku. Hetta gjørdi, at AB kundi tryggja sær uppflyting áðrenn dystin, og harvið var eitt ivamál, um argjamenn fóru at leggja líka nógv fyri, sum móti Giza Hoyvík leygardagin. Argjamenn eru við sigrinum endaliga staðfestir sum vinnarar av 1.deild, meðan TB/FCS/Royn hevur fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna.