1 av 10 fáa størv

Tíggju prosent av teimum luttakandi á Jobmatch fáa ítøkilig tilboð

- 10 prosent av teimum luttakandi á árligu starvsstevnuni, Jobmatch, fáa eitt ítøkiligt tilboð frá stovnunum, kommunum ella fyritøkunum, sum bjóða seg fram á Jobmatch.

 

Tað sigur Katrin Gregersen, verkætlanarleiðari.

 

Tiltakið er vaksið nógv seinastu árini, og á hvørjum ári hava fleiri fyritøkur, stovnar og kommunur teknað seg.

 

Í ár er enn einaferð met, og tað er eisini ein av orsøkunum, at Jobmatch flytur niðan í Norðurlandahúsið 30. desember í ár.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr um ítøkiligu tilboðini, sum tey lesandi fáa bjóða