Orsøkin var, at ein amerikanskur myndamaður, Spencer Tunick, vildi fegin hava myndir av naknum finnum, og hann hevði tí biðið tey áhugaðu koma á torgið sunnumorgunin.
Ikki færri enn 2.500 kvinnur og menn boðaðu frá, at tey vóru til reiðar at lata seg avmynda, men 600 broyttu áskoðan seinni. 1.900 møttu kortini, so Spencer Tunick fekk sínar myndir. Frammanundan hevur hann tikið myndir av naknum fólki í fleiri øðrum londum, og allastaðni hava fólk í hópatali verið til reiðar at lata seg avmynda nakin.