1.800 ferðafólk innrás í dag

Tvey reikferðaskip løgdu at í Havnini fyrrapartin.

Í góðveðrinum løgdu reikferðaskipini, Magellan og Nautica, at í Havnini fyrrapartin, og hava ávikavist 1.200 og 600 ferðafólk við. Skipini koma at liggja út á kvøldið, og ferðafólkini nýta høvi at fara stuttar útferðir ella spáka sær runt í Havnini.

 

- Flestu ferðafólkini í dag eru bretar, og eg haldi, at skipini eisini eru úr Bretlandi. Vanliga hava ferðafólkini bílagt sær útferðir áðrenn skipini leggja at, meðan tey, ið ikki hava teknað seg til útferðir gjarna koma í land eina løtu, og kanna møguleikar fyri privatum ferðum, sigur Theresa T. Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn.

 

Vitanin hjá ferðafólkunum í reikferðaskipunum er ógvuliga ymisk, vísir hon á.

 

- Summi koma í land og spyrja okkum »Which country are we in now?«, meðan onnur nærum kenna hvørt fjall, sigur Theresa.

 

- Annars ganga tey nógv í býnum, og eg havi varhugan av, at tey brúka meira pening í ár enn undanfarin ár, og eg haldi tað verða so summarkent, tá ið ferðaskipini koma. Tað er stuttligt, at man hoyrir øll hesi ymsu málini verða tosað kring ymsu kaffistovurnar í Havnini, sigur Theresa T. Kreutzmann.