1,6 millión børn í USA heimleys

Tøl hjá stovninum National Center on Family Homelessness vísa, at í fjør vóru 1,6 millión børn í USA heimleys. Sagt verður, at børnini búðu í bilum, fyrrverandi vinnubygningum og hjá felagsskapum, ið taka sær av heimleysum.

Kanningin vísir eisini, at talið á heimleysum amerikonskum børnum er vaksið 28 prosent tey seinastu fýra árini, og at ringast stendur til í statunum Georgia, Alabama og Kalifornia. 42 prosent av børnunum eru seks ár ella yngri.

National Center on Family Homelessness sigur, at støðan er álvarssom um alt landið, men serliga álvarssom í summum statum, og stovnurin vil hava myndugleikarnar at taka stig til at venda gongdini, um samfelagið ikki skal missa eitt ættarlið á gólvið.