1.500 ferðafólk og 750 bilar

Nýggja Norröna skal setast í sigling 1. apríl 2002, og verður Norröna tá seld

Smyril Line hevur 12.11.99 undirskrivað sáttamála við Flensburger Schiffbau-Gesellschaft í Flensburg í Norðurtýsklandi um gyffing av einum Ro-Ro/Pax skipi. Skipið skal vera 161 metrar langt og metrar breitt. Deyðvektin (t.v.s. lastiorkan) verður 4300 tons. Nógv orka er løgd í at snikka skipið til okkatta havleiðir, so at ferðin kann verða nógv ? eisini í vánaligum veðrið. Maskinorkan verðut 30.000 hestakreftir, sum skulu geva skipinum eina tænastuferð uppá 21 sjómíl um tíman. Yvir bildekkinum fær skipið 1000 koyggjur í 2? og 4?koyggjukømrum við bað og wc. Undir bildekkinum verða 324 couchett?koyggjur í 6?koyggjukømrum. Samanlagt skal skipið taka 1.500 ferðafólk. 120 koyggjur verða til manningina í 1? og 2?manskømrum við bað og wc á brúgvadekkinum. Bildekkini kunnu rúma umleið 750 persónbilar ella 130 trailarar ávíkavist eina blanding av báðum. Skipið verður útgjørt við øllum teimum hentleikum, sum tíðin krevur.

1.200 sitipláss verða í almennu rúmunum. Somuleiðis verða m. a. svimjihylur, sauna, solarium, kondirúm, fundarrúm, sølubúðir, stórur sjálvtøkuhandil og spælirúm til børn. Skipið skal setast í sigling 1. apríl 2002 fyri Norrønu, sum tá verður seld. Nevndin í Smyril Line góðkendi fríggjadagin sáttmálan, treytað av at nøktandi fígging fæst til vega.

Kunnandi tíðindafundur verður, tá fíggingin er avgreidd ? væntandi fyrst í komandi ári, sigur Smyril Line.