1,5 millión til kappingarsamleika

Nýstovnaða uttanríkismálaráðið biður løgtingið um hálva aðru millión krónur, sum skulu brúkast til at finna kappingarsamleika Føroya. Uttanríkismálaráðið vísir á, at tað mangan er staðfest, at Føroyar eru ov lítið kendar úti í heimi, og at ógreitt er, hvat Føroyar eru kendar fyri. Tí heldur ráðið tað vera umráðandi, at føroyingar gera sær greitt, hvørjar góðar eginleikar Føroyar og føroyingar hava, og hvussu aðrir góðir eginleikar kunnu mennast, til tess at betra og styrkja um okkara kappingarsamleika.

Somuleiðis vil Uttanríkismálaráðið finna útav, hvussu vit kunnu gera vart við hesar styrkir og eyðkenni, soleiðis at betri grundarlag verður fyri at skapa framburð gjøgnum virksemi og samstarv við fyritøkur, stovnar, myndugleikar og fólk kring heimin.

Pengarnir fara í høvuðsheitum til ein útlendskan serfrøðing á økinum, Simon Anholt, sum fær til uppgávu at finna føroyska kappingarsamleikan.

Verkætlanin, ið also kostar hálva aðru millión krónur, er avmarkað til at semjast um og orða ein føroyskan kappingarsamleika. Seinni er so ætlanin, at áhugabólkar skulu seta í verk átøk, ið samsvara við kappingarsamleikan.

Anfinn Kallsberg, umboð hjá Fólkaflokkinum í Fíggjarnevndini, er hvassliga ímóti at játta pengar til slíkt.

- Føroyska samfelagið nýtir longu nú nógvar milliónir til at gera okkum sjónlig úti í heimi. Hetta er einki annað enn at játta pengar til enn eina frágreiðing, enn eitt upprit at leggja í skuffuna, sigur Anfinn Kallsberg við Rás2.

Anfinn Kallsberg trýr snøgt sagt ikki uppá verkætlanina og mælir tinginum frá at játta pengar til slíkt.