1,3 mió kr. frá UEFA

Europeiska fótbóltssamgongan avroknar nú inntøkurnar frá Europa cup kappingunum í 1999/2000

Umframt tær inntøkur, sum luttakandi føroysku liðini hava fingið frá UEFA, verður peningur eisini latin FSF fyri føroysku luttøkuna.


Til hini

Til samans er talan um 272 túsund sveitsiskar frankar, svarandi til uml. 1,3 mió kr.

Reglurnar hjá UEFA viðvíkjandi útgjaldingini eru í ár broyttar, soleiðis at hesin peningur skal latast teimum feløgum, sum ikki hava tikið lut í europeisku kappingunum.

Har umframt treytar UEFA sær eisini, at peningurin verður nýttur til ungdómsarbeiði í teimum feløgum, sum móttaka upphæddina.


Ikki greiðar reglur

Hvussu hesar reglur ávirka upphæddina til Føroyar, er tó ikki endaliga greitt.

Reglurnar hjá UEFA eru ætlaðar teimum londum, har proffesionel feløg hava serstaka fótbóltssamgongu.

Ísak Mikladal, aðalskirvari í FSF sigur, at FSF í næstum fer at hava fund um málið, og at støða tá verður tikin um hetta.

Hvat úrslitið av hesum verður, er sjálvandi ilt at gita um, men í øllum førum er líkt til, at upphæddirnar onkursvegna fara at koma øllum feløgunum í fremstu mansdeildini til góðar.