Tað ljóðar sum ein sjálvmótsøgn, at ein bilur við 1.3 litur motori hevur langt yvir yvir 200 hk, men soleiðis er við Mazda RX-8 við wankelmotori.</BLOCKQUOTE$?$END$!$<BR>Í 1970- og 80-unum vóru lutfalsliga nógvir Mazda-bilar í Føroyum við wankelmotori, sum t.d. RX-2, RX-3, RX-4 o.s.fr. Eftir ein støðg í nøkur ár er so RX-8 komin á marknaðin.
Tá man setur seg við rattið á RX-8 og traðkar á spitaran, kennist tað, sum bilurin vil á flog - men sannleikin er, at talan er um ein bil við sera lágum tyngdipunkti og framúr góðum vegfesti undir øllum koyriumstøðum.
Ljóðið frá wankelmotorinum er nakað heilt serligt, tað er eins og
eingin endi er á motorsnúningunum.
RX-8 er ein serligur bilur á so mangan hátt - ein ektaður sportvognur við fýra hurðum og sitiplássum til fýra persónar og einum motori, sum ikki kann sammetast við nakran annan.
Eisini designið er sermerkt, bilurin sær út, sum hann veruliga vil nakað. Bakhurðarnar eru fjaldar, soleiðis at forhurðarnar fyrst mugu latast upp, áðrenn bakhurðarnar kunnu latast upp. Eingin B-stólpi er, so tað er sera lætt at koma inn og út úr bilinum - eisini hjá teimum á baksetrunum.
Wankelmotorurin hevur eingi stempul og sylindarar, sum vanligir motorar hava, men tvey kømur við hvør sínum rotori inni í. Motorurin er eisini nógv minni og lættari enn ein vanligur motorur. RX-8 fæst við tveimum wankelmotorum við ávikavist 192 hk (5 gir) , og 231 hk (6 gir). Bilurin verður drivin av bakhjólunum.
Kabinan er flott og sportlig í allar mátar, bæði hvat setrum og instrumentborðinum viðvíkur. Alt er gjørt úr gjøgnumførdum kvaliteti.
Viðførisrúmið upp á 290 litrar er ikki stórt, men er hóast alt stórt til ein sportbil í hesum klassanum.
Prísirnir á Mazda RX-8 byrja við kr. 377.000, meðan bilurin vit royndarkoyrdu kostar kr. 448.000,- við metallakki. RX-8 kann síggjast og royast hjá Bilasøluni í Hoyvík.
Mazda RX-8
Motorurin 1,3 litur wankel 231 hk
0-100 km/t 6,4 sek.
Bensinnýtsla 8,8 km/l
Dekkstødd 225/45-18
Stødd og vekt
Longd 443,0 cm
Breidd 177,0 cm
Hædd 134,0 cm
Eginvekt 1.250 kg
Viðførisrúm 290 litrar
Prísur kr. 448.000,-
Søluumboð Bilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo










