Nýggjastu tølini úr Noreg, sum landið plagar at kunngera um midnáttarleitið, siga, at 1.069 tilburðir við koronu eru skrásettir seinasta samdøgnið. Hetta eru 80 fleiri enn samdøgnið fyri - og 16 færri enn sama dag fyri einari viku síðan.
Tilsamans hevur Noreg nú havt 95.208 tilburðir við covid-19, síðan farsóttin tók seg upp fyri góðum ári síðan. Seinastu sjey dagarnar hevur landið skrásett tilsamans 6.088 nýggjar tilburðir.
Higartil eru 4,6 miljónir koronu-royndir tiknar.
Nú hava tilsamans 621.256 fólk í Noregi fingið fyrru koppseting og 271.536 hava fingið seinnu. Týsdagin - í dag - lógu 288 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og tað eru trý fleiri enn dagin fyri.
Noreg hevur mist 661 fólk, sum vóru - ella høvdu verið - smittað við koronu, tá tey doyðu. Trupult er at staðfesta, hvussu mong av hesum er deyð av koronu, og hvussu mong kunnu vera deyð við koronu.
61,1 prosent av øllum teimum deyðu, vóru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum yngri enn 50 ár hevur Noreg skrásett níggju deyðsføll, skrivar NTB í kvøld.