Meiri enn 1.000 hús eru farin upp í royk í skógareldum, sum herja amerikanska statin Texas í hesum døgum. Guvernørurin, Rick Perry, sigur við sjónvarpið CBS, at talan er um meiri enn 50 eldsbrunar, sum eru kyknaðir eftir óvanliga drúgvan turk.
Higartil hava skógareldarnir kravt tvey mannalív, og myndugleikarnir halda, at eldarnir fara at kosta landbúnaðinum einar fimm milliardir dollarar.
Sløkkiliðini siga, at tann ringasti skógareldurin, sum er í Bastrop County, er einar 26 ferkilometrar til víddar. Nógvur vindur hevur darvað sløkkiarbeiðinum nógv, men nú siga veðurmenninir frá minni vindi.










