Tað hevur verið ovurhonds stórur áhugi fyri heimadystinum hjá føroyska A-landsliðnum móti Portugal tann 10. oktobur í ár. Ein av høvuðsorsøkunum er ivaleyst, at heimsstjørnan Cristiano Ronaldo vónandi kemur á odda fyri portugisiska liðnum til Føroya.
Í morgun klokkan 10 setti Fótbóltssamband Føroya seinastu 1.000 atgongumerkini til dystin til sølu á netinum, og tað gingu ikki meiri enn eini sjey minuttir, so vóru øll atgongumerkini seld.
Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF, sigur, at tað vóru í veruleikanum bara tey, sum sótu klár klokkan 10, sum fingu ognað sær atgongumerkir, so stórur var eftirspurningurin í morgun.
Í Fótbóltssambandi Føroya hava tey ongantíð áður merkt ein so stóran áhuga fyri einum heimadysti hjá føroyska landsliðnum.
Føroyska landsliðið skal tó spæla ein HM-undankappingardyst undan dystinum móti Portugal. Hann verður leiktur í septembur, tá ið Ungarn kemur á vitjan. Til tann dystin eru framvegis eini 200 atgongumerkir tøk í netsøluni hjá FSF.









