1-0 á Tórsvølli er nokk

Væl vandu deyðbóltsstøðurnar hjá miðjútlendingunum vístu seg sum drepandi vápn. Men við einum framúr máli frá Inga Højsted fekk B36 løn fyri eitt framúr avrik í Herning

UEFA-Cup
Jákup Mørk

Herning: Hóast tað framvegis verður sera, sera trupult, so hevur B36 framvegis møguleika at skriva enn ein part av føroyskari fótbóltssøgu við at spæla seg fram til triðja umfarið í UEFA-Cup kappingini.

Øðrvísi fær niðurstøðan valla verið, tá tað eydnaðist árstalsfelagnum í Havn at stríða seg til eitt tepurt 2-1 tap. Sjálvandi merkir tað, at B36 skal vinna á einum sera sterkum mótstøðuliðið í returuppgerðini. Men við málið, sum Ingi Højsted skeyt eftir 79 minuttum merkir, at B36 í roynd og veru hevur nóg mikið við einum teprum 1-0 sigri.

Optimistiskir havnarmenn
Men hetta kann tó í sjálvum sær vísa seg sum ein sera stór uppgáva. Tí hóast FCM sjáldan megnaði at vísa, at liðið hoyrir til toppin av donskum fótbólti, so var sjáldan nakar ivi um, at vertirnir vóru betra liðið í dystinum. Vanliga 4-4-2 uppstillingin var broytt til 4-3-3 til dystin, og so var ætlanin, at álopsspælið skuldi floyma fram við føroysku bakkunum.

Tað eydnaðist tó sera sjáldan at fáa glið á hetta spælið. Fyrst og fremst, tí B36 fór óvæntað langt niðan eftir mótstøðumonnunum. Heldur enn at bíða við nógvum fólki afturi í verjupartinum, varð tr!stið lagt, so skjótt mótstøðan nærkaðist miðstrikuni. Tað bar við sær, at álopsvápnið hjá vertunum í sera stóran mun gjørdist til langar bóltar niðan eftir síðunum. Oftani megnaði B36 at vinna hesar, og við yvirtalinum á miðvøllinum, sum teir høvdu við 4-5-1 uppstillingini, megnaði føroyska liðið í nógvum førum at spæla seg væl niðan eftir.

Tað gav eisini nakrar møguleikar av sær hampuliga tíðliga í dystinum. Ofta gjørdist talan kanska um skotroyndir úr langari fjarstøðu, men tað víst vilja til at skora frá B36. Og ikki minst, so gevur tað eisini tíð at koma heim at standa rætt, tá álopini verða avsluttað, heldur enn at bólturin verður mistur í uppspælinum.

Santos leyp hvøkk á
Soleiðis gingu heilir 21 minuttir, áðrenn mótstøðan fyri fyrstu ferð vann sær hornaspark, og tað skuldi so seinni vísa seg sum besta álopsvápnið hjá FCM.

Áðrenn teir fingu hol á, máttu teir tó síggja Ola Tidman í málinum bjarga teimum frá einum ordans skelki, tá hann akkurát fekk vart fyri einum drønandi skoti frá Alex dos Santos, og í aðru atløgu akkurát fangaði returin, áðrenn Ingi Højsted kundi skumpa inn um strikuna.

Júst hesir báðir taldust eisini millum teir stinnastu hjá B36 í dystinum, og báðir vístu teir eisini eitt potentiali, sum væl kann bera við sær, at teir ikki verða at síggja í føroysku kappingini komandi kappingarár.

Men fyrst og fremst, so var talan um satt liðavrik. Í málinum vísti Jákup Mikkelsen - sæð burtur frá einum kiksaðum luftbólti í fyrra hálvleiki - enn einaferð, hví hann verður roknaður sum fremsti føroyski málverjin. Kenneth Jacobsen hevði trupulleikar at byrja við, men sum dysturin leið, gjørdist hann alsamt tryggari á høgra bakki, eins og Santos var framúr á vinstra bakkinum. Í miðverjuni vísti Bárður H. Joensen seg sera stinnan makkara hjá altíð tryggja Pól Thorsetinsson. Mikkjal Thomassen og Klæmint Matras vunnu nógv á defensiva miðvøllinum, og serstakliga Mikkjal s!ndi eisini gott hegni at fáa bóltin víðari. Levi Hanssen og Niels Joensen vóru við í nógvum spæli yvir kantarnar, og Ingi Højsted var sum sagt framúr á framrættaða miðvøllinum. Bæði sum bóltvinnari og - ikki minst - sum bóltspælari, megnaði hann væl og virðiliga at fylgja við leikferðini. Og í álopinnum stríddist Allan Mørkøre ótroyttiliga allan dystin.

Deyðiligir deyðbóltar

Soleiðis megnaði B36 at kalla allan fyrra hálvleik at halda vertunum frá nøkrum stórum møguleikum, men seks minuttir fyri steðgin komu gestirnir tó á odda.

Uppskriftin var ein væl vand deyðbóltsstøða, har liðskiparin, Michael Hansen, úr høgru sendi ein bleytan bólt móti nærmara stólpa. Har var sterki Fram Kristensen hægstur, og hann fekk úr stuttari fjarstøðu sent bóltin inn um stólpan og beint undir tvørtræið.

Og eftir 72 minuttum endurtók søgan seg. B36 var tá farið at vísa tekin um møði. Hornaspørkini og deyðbóltar annars gjørdust fleiri í tali, og tá innskifti Leon Jesssen sendi horna úr høgru móti nærmara stólpa, var Frank Kristensen aftur hægstur. Og úrslitið var neyvt hitt sama.

Við hesum hevði heimaliðið skapt sær útgangsstøðið, sum teir meddaðu eftir. Í øllum førum staðfestu bæði venjari og formaður í leikskránni, at talan helst skuldi gerast um ein 2- ella 3-sigur. Og at alt annað vildi verið eitt vánaligt úrslit.

B36-málið

Heimaspælararnir tóktust nú eisini meira róligir. Spælið fleyt brádliga betri, og sum møðin noyddi B36 alt longur aftur á vøllin, tóktust fleiri mál vera í væntu. Jákup Mikkelsen helt tó við tveimum framúr bjargingum skansanum, og brádliga svaraði B36 aftur. Alex dos Santos spældi niðan á innskifta Boga Hermansen. Hann spældi stutt til Allan Mørkøre, sum við eini framúr sending á blindu síðuni prikaði inn um til ein framstormandi Inga Højsted, og ískaldur hamraði dagsins B36'ari bóltin fram við málverjanum.

Rópini frá fáu floksmonnunum - soleiðis rópa B36-viðhaldsfólkini seg - høvdu alla tíðina verið at hoyrt, men nú tóku tey mest sum yvir. Spælararnir fingu nakað av tiltrongdum adrenalini í deyðamøddu vøddarnar, soleiðis at teir eisini kundu kempa seg gjøgnum seinastu minuttirnar. Og við einum at kalla skelkaðum mótstøðuliðið, eydnaðist hetta. Eisini hóast Jákup Mikkelsen enn einaferð mátti vísa síni evnir, so tóktist hetta ikki at nerva nakran yvirhøvur.

Fantastiskt úrslit

Spurningurin er sjálvandi, um hetta hjálpir nakað í longdini, tí enn má FCM metast sum stórfavorittur at koma víðari.

Men bara tað, at B36 enn hevur ein »fair« møguleika at spæla seg víðari, er eitt framúr úrslit. Ikki minst fyri B36 men eisini fyri føroyskan fótbólt. Og sum onkur føroyingur helt eftir dystin, so er ein tepur 1-0 sigur nóg mikið. Til tann dystin kann B36 enntá dúva upp á Fróða Benjaminsen og Berg Midjord, sum báðir vóru leikbannaðir hesaferð.

Um tað er nóg mikið, er so ein onnur søga. Men tað stendur fast, at meira enn eitt vánaligt FCM-avrik, so var tað eitt framúr B36-avrik, sum syrgdi fyri, at føroyskur fótbóltur framvegis livir í europeisku vónini, nú næsti dysturin í næsta umfarinum stendur fyri framman. Og tað er so ongantíð hent áður.