1-0 í hálvleikinum

Tað er nú hálvleikur í Serbia. Hálvleiksstøðan er 1-0 til heimaliðið.

Einasta málið higartil kom eftir einum hálvum tíma, tá Jón Rói Jacobsen stýrdi einum innleggi úr høgru í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Serbia hava fleiri ferðir søkt at málinum, men Jákup Mikkelsen hevur tikið sær av tí, sum hevur verið. Høvdu heimamenninir verið eitt sindur meira neyvir hevði leiðslan væl kunna verið størri.