Tíggjunda umfar royndist framúr væl hjá TB. Tíðliga seinnapartin vunnu tvøramenn tíggjunda sigurin á rað, tá ið teir fóru úr Runavík við 2-0 sigri á teimum næstbestu hjá NSÍ.
FC Suðuroy og 07Vestur eru kappingarneytar hjá TB, og hjá hesum báðum gekk ikki so væl hesa ferð. FC Suðuroy tapti 2-1 í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi - sigursmálið varð skorað í næstsíðsta minutti - og 07Vestur legði rygg til 3-0 tap á Argjum ímóti teimum næstbestu hjá AB.
At 07Vestur og FC Suðuroy einki fingu burturúr í dag ber við sær, at tað nú eru fjúrtan stig frá TB og aftur til kappingarneytarnar, um tað yvirhøvur ber til tosa um kapping.
Eisini í næstbestu deildini hevur B36 staðið seg væl. Í dag var úslitið 1-1 í Klaksvík, og nú eru átta stig frá B36 og fram til TB og seks stig frá B36 og aftur til FC Suðuroy og 07Vestur.
Hóast javnleikin í dag er KÍ framvegis næstniðast. Undir klaksvíkingum er HB sum í dag tapti 3-1 við Margáir. EB/Streymur er triði aftast. At teir í Sundalagnum vunnu í dag ber við sær, at fjarstøðan frá KÍ og fram til EB/Streym øktist til fýra stig.
10. umfar
KÍ-B36 1-1 (1-1)
1-0: Jákup Pauli Ziskason 1.
1-1: Benjamin Heinesen 40.
Víkingur-FC Suðuroy 2-1 (1-1)
1-0: Andras Jákupsson 12.
1-1: Patrik Johannesen 37.
2-1: Magnus Jarnskor 89.
NSÍ-TB 0-2 (0-1)
0-1: Arthur Djurhuus Poulsen
0-2: Óli Johannesen
EB/Streymur-HB 3-1 (0-0)
0-1: Tróndur Jensen 50.
1-1: sjálvmál 55.
2-1: Hanus Olsen 72.
3-1: Hanus Olsen 90.
AB-07Vestur 3-0 (0-0)
1-0: Edmund á Borg Ferber 64.
2-0: Magnus Egilsson 68.
3-0: Patrick Larsen 84.
Støðan
TB 30
B36 22
FC Suðuroy 16
07Vestur 16
AB 14
Víkingur 12
NSÍ 12
EB/Streymur 10
KÍ 6
HB 2
FC Suðuroy og Víkingur hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 10 dystir
11. umfar
23. mai
B36-EB/Streymur
24. mai
HB-AB
Víkingur-NSÍ
07Vestur-TB
FC Suðuroy-KÍ