Níggju stig eru eftir at spæla um í 1. deild í fótbólti. Seinnapartin í dag verður spælt um trý av teimum. Úrslitini verða rættiliga avgerandi fyri, hvussu tað verður við uppflyting og niðurflyting.
07Vestur, sum er á uppflytingarplássi, skal spæla í Trongisvági ímóti TB, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið deildina og harvið er flutt upp. Gongdin hjá TB hevur seinastu vikurnar ikki verið so sannførandi, sum hon var fyrr í ár. TB hevur higartil verið greitt omaná í innanhýsis uppgerðunum. Á heimavølli vann TB 3-0 á 07Vestur, og í Vágum vann TB 2-0.
Einasti avbjóðarin hjá 07Vestur er FC Suðuroy, sum er á veg til Klaksvíkar. KÍ er illa spert. Um HB vinnur á Argjum í dag, so skal KÍ vinna trý stig ímóti FC Suðuroy, um avgerðin um niðurflytingina skal verða útsett. FC Suðuroy vann tíðliga í ár 2-1 í Klaksvík, og á Vágseiði endaði tað 2-2.
Inntil summarsteðgin bendi einki á, at HB skuldi sleppa undan niðurflyting. Nú hevur HB mest sum strítt seg upp á turt. HB hevur ikki tapt átta tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan er seks sigrar og tveir javnleikir! Í 2. umfari vann AB 4-0 á heimavølli ímóti HB, og í Gundadali endaði tað 2-1 til HB.
EB/Streymur, sum longu er flutt niður, fær vitjan av B36, ið er á fjórða plássi. B36 vann í 2. umfari 4-1 við Margáir, og seinni var úrslitið í Gundadali 3-3.
Sjeynda plássið og kanska sætta plássið stendur upp á spæl, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi, sum vann 4-3, tá ið liðini í 2. umfari spældu við Løkin. Í Leirvík endaði tað 1-1.
Í dag
KÍ-FC Suðuroy: Rói Jacobsen kl. 16.00
NSÍ-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 16.00
EB/Streymur-B36: Kim Poulsen kl. 18.00
AB-HB: Bjarki Danielsen kl. 15.30
TB-07Vestur: Petur Reinert kl. 15.00
Støðan undan 25. umfari
TB 62
07Vestur 43
FC Suðuroy 41
B36 35
AB 31
NSÍ 31
Víkingur 28
HB 26
KÍ 22
EB/Streymur 16
mynd: 07vestur.fo (jn.fo)