07Vestur er nú á uppflytingarplássi

HB hevur lyft seg upp um strikuna, og nú er KÍ á niðurflytingarplássi

Tað vóru skiftingar bæði omanfyri uppflytingarstrikuna og undir niðurflytingarstrikuni, tá ið 23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini í dag var á skránni.

Toppliðið og langt síðani uppflutta TB vann stórsigur á heimavølli ímóti KÍ. Úrslitið var 7-1. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki misti heimaliðið ein mann. Tá var støðan 4-0, og hóast heimaliðið var undirmannað síðsta stóra hálva tíman, so varð úrslitið 7-1. Bæði Patrik Johannesen og Rógvi Joensen vóru tvífaldir málskjúttar.

Undan hesum umfarinum var FC Suðuroy á uppflytingarplássi. Í dag lyfti 07Vestur seg framum FC Suðuroy. 07Vestur vann 1-0 í Leirvík ímóti Víkingi, sum var frammanfyri eftir 1. hálvleik. Longu tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, hevði 07Vestur bæði javnað og skorað sigursmálið.

FC Suðuroy tapti 1-0 í Gundadali ímóti HB. Sigursmálið skoraði 17 ára gamli Hilmar Leon Jakobsen miðskeiðis í 1. hálvleiki. Merkisvert var tað, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum um nakrar dagar verður fimmti, vardi HB málið. Hann var sannur brandur og bjargaði fleiri ferðir meistarliga.

At HB vann fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy, og at KÍ tapti í Trongisvági ber við sær, at nú er HB omanfyri strikuna og KÍ á niðurflytingarplássi.

Niðast er EB/Streymur, sum í dag tapti 5-2 á heimavølli ímóti AB. Nú tað resta fýra umfør eru tað sjey stig og verri málmunur frá EB/Streymi og fram til HB á 8. plássi.

Fríggjakvøldið vann B36 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Í dag

Víkingur-07Vestur 1-2 (1-0)

1-0: Bergur Gregersen 33.

1-1: Sjúrður Ellefsen 49.

1-2: Gunleif Olsen 53.

 

EB/Streymur-AB 2-5 (1-3)

0-1: Leivur Holm Joensen 9.

0-2: Karstin Højgaard 29.

0-3: Tóki á Lofti 39.

1-3: Hans H. Ejdesgaard 41.

1-4: Tóki á Lofti 51.

2-4: Ólavur F. Ejdesgaard 0.

2-5: Tóki á Lofti 87.

 

HB-FC Suðuroy 1-0 (1-0)

1-0: Hilmar Leon Jakobsen 26.

 

TB-KÍ 7-1 (2-0)

1-0: Jonhard Ferjá br 20.

2-0: Patrik Johannesen 39.

3-0: Teitur Justinussen 49.

4-0: Rógvi Joensen 50.

5-0: Patrik Johannesen 58.

6-0: Rógvi Joensen 68.

6-1: Rodrigo Silva br 70.

7-1: Patrik Johannesen 82.

Reytt kort: Arthur D. Poulsen, TB, 56. (2 gul kort)

 

Fríggjakvøldið

B36-NSÍ 3-0 (1-0)

1-0: Heini í Skorini 32.

2-0: Robert Heðin Brockie 70.

3-0: Eli F. Nielsen

 

Støðan eftir 23 umfør

TB 62

07Vestur 40

FC Suðuroy 38

B36 34

NSÍ 31

AB 30

Víkingur 25

HB 23

KÍ 22

EB/Streymur 16

 

24. umfar

13. september

Víkingur-KÍ

07Vestur-NSÍ

HB-TB

B36-AB

FC Suðuroy-EB/Streymur