Í dag hevur 07 Vestur við 4-0 heimasigri á teimum næstbestu hjá Víkingi, tryggjað sær fremsta plássið og harvið gullkrónurnar í 1. deild.
Jens Erik Rasmussen setti hol á við brotssparki, Jóhan Eivind R. Mouritsen økti til 2-0, og Jens Erik Rasmussen skoraði til 3-0, áðrenn Sigtór Petersen staðfesti 4-0 sigurin.
Í Klaksvík vann KÍ 3-0 á teimum næstbestu hjá B68. Í 1. hálvleiki skoraðu Bárður Heinesen og Sørmund Kalsø, og í 2. hálvleiki skoraði Sørmund Kalsø. Bæði málini hjá Sørmundi vórðu skorað við høvdinum eftir deyðbóltsstøður.
Eftir dystarlok vórðu silvurkrónur handaðar KÍ spælarunum.
Næsta ár verður sunnudagsfótbóltur í Sørvági og Klaksvík, eftir at 07 Vestur og KÍ í eitt ár hava spælt leygardagsfótbólt.
TB vann sannførandi 5-1 sigur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Spælandi NSÍ venjarin, Sonni L. Petersen, setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki, men fimm minuttir seinni var heimaliðið á odda, og so hefti ikki fyri.
Eftir dystin fingu TB spælararnir bronsumerkini. Sambært útsøgnum frá FSF var hetta síðsti heimadysturin hjá TB á Sevmýri í tí líki, sum vøllurin nú er.
27. umfar
HB-FC Hoyvík 1-2 (0-1)
0-1: Jákup Petur Eliassen 40.
1-1: Christian Eli Zachariassen 64.
1-2: Jóhannes Færø 83.
Reytt kort: John T. Poulsen, FC Hoyvík, 90. +3.(2 gul)
TB-NSÍ 5-1 (3-1)
0-1: Sonni L. Petersen 20.
1-1: Dan Mortensen 23.
2-1: Petur Mortensen 25.
3-1: Teitur Justinussen 34.
4-1: Hanus Mortensen 72.
5-1: Heini Mortensen 89.
KÍ-B68 3-0 (2-0)
1-0: Bárður Heinesen 31.
2-0: Sørmundur Kalsø 38.
3-0: Sørmundur Kalsø 77.
07 Vestur-Víkingur 4-0 (3-0)
1-0: Jens Erik Rasmussen br 34.
2-0: Johan Eivind R. Mouritsen 39.
3-0: Jens Erik Rasmussen br 45.
4-0: Sigtór Petersen br 90.
Reytt kort: Kári á Høvdanum, Víkingur, 90.
EB/Streymur-AB 2-0 (1-0)
1-0: Hallur Fláaberg 7.
2-0: Halldórur Joensen 59.
Endaliga støðan eftir 27 umfør
07 Vestur 61
KÍ 58
TB 48
EB/Streymur 45
HB 39
Víkingur 37
FC Hoyvík 33
AB 26
NSÍ 25
B68 6