07 Vestur vil bara sleppa at spæla á útivølli nú

(Frá Rás2) Trygvi Mortensen kundi loyva sær at skemta nú hansara menn hava vunnið tveir góðar útisigrar á rað

Tað er veruliga brostið fyri nev hjá 07 Vestur. Í dag vann 07 Vestur annan útisigurin á rað aftaná tríggjar dystir við ongum máli og ongum stigi. Í dag vann 07 Vestur ein góðan 2-0 sigur á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. 

 

- Vit tíma bara at spæla dystir á útivølli nú, sigur høvuðsvenjarin, Trygvi Mortensen skemtandi. Komandi sunnudag spælir 07 Vestur seinasta dystin á gamla undirlagnum í Sørvági, og so skal 07 Vestur spæla fýra útidystir áðrenn teir leygardagin 3. juni taka ímóti HB á nýggjum undirlagi á Dungasandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Trygva Mortensen aftaná dystin við Margáir í Streymnesi. Trygvi Mortensen er sera fegin um, at hansara menn annað vikuskiftið á rað kundu hála ein sigur heim á útivølli.