07 Vestur vann týðandi dyst í niðurflytingarstríðnum

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Trygvi Mortensen fegnast um týðandi 1-0 sigurin á Skála

Um 07 Vestur hevði tapt ímóti Skála í dag høvdu teir verið níggju stig frá Skála og TB/FCS/Royn, og 10 stig frá EB/Streymi. Men við týðandi 1-0 sigrinum á Skála er munurin upp til Skála bert trý stig, og seks stig eru upp til TB/FCS/Royn.

 

Trygvi Mortensen, høvuðsvenjari hjá 07 Vestur undirstrikar eisini, at talan er um ein sera týðandi sigur fyri 07 Vestur. Tað stóð á gomlum nøglum í seinna hálvleiki, tá 07 Vestur í meir enn 35 minuttir máttu stríðast 10 ímóti 11, tá Sølvi Egilsson fekk seinna gula kortið, og harvið reytt kort. Men Trygvi Mortensen stórfegnast um, at tað 1-0 leiðslan Ken Fagerberg syrgdi fyri í fyrra hálvleiki helt.

 

- Vit vunnu ein týðandi seksstigs-dyst, greiðir Trygvi Mortensen frá. 

 

Komandi leygardag tekur 07 Vestur ímóti EB/Streymi, og nú sær Trygvi Mortensen ein góðan møguleika at koma enn nærri niðurflytingarstrikuni. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum Rás2 hevði við Trygva Mortensen fyrr í kvøld.