Á útivølli móti Víkingi var talan annars um sera trupla uppgávu hjá 07 Vestri, men teir bitu alt fyri eitt frá sær. Tamba fangaði eina klodduta avlevering í Víkingaverjuni, og einsamallur við Geza Turi var hann ískaldur.
Og tað var sami Tamba eisini beint undan steðginum, tá hann gjørdist leysur eftir gott bandaspæl við Jens Erik Rasmussen.
Víkingur hevði trupult við at fáa nakað at hanga saman, og tá Jón Nielsen hegnisliga sendi í netið eftir hornaspark stutt eftir steðgin, tóktist alt avgjørt.
Víkingur gav heldur ikki nógvar ábendingar um, at teir vildu tað øðrvísi, men eftir trimum minuttum hevði Andreas Lava Olsen brádliga skapt spenning. Í báðum førum eftir at hann rann langa sending upp.
Í nakrar minuttir stóð heilt nógv á gestunum, men teir fótaðu sær, og tó at Víkingur legði nógv fyri í álopspartinum seinastu løtuna, so vóru gestirnir eins nær við, tá teir kontraðu móti tunnu verjuni.
Við sigrinum er 07 Vestur komið upp á 15 stig. KÍ og B36, sum spæla í Gundadali í morgin, hava ávíkavist 17 og 18 stig.
Víkingur-07 Vestur 2-3 (0-2)
0-1: Tamba, 2.
0-2: Tamba, 44.
0-3: Jón Nielsen, 55.
1-3: Andreas Lava Olsen, 70.
2-3: Andreas Lava Olsen, 73.