07 Vestur upp um strikuna

Tað er gott fótbóltslag vesturi í Vágum. Í dýrdarveðrinum i Sørvági hevði 07 Vestur vitjan av ÍF, og heimaliðið vann 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Einsamalla málið varð skorað longu í 3. minutti. Superveteranurin Jens Erik Rasmussen legði fríspark innfyri úr vinstru, og miðverjin Jón Nielsen stýrdi bóltin í málið.

Fuglfirðingar høvdu leikliga yvirvág mesta partin av tíðini, og tað vóru nær við og næstan støður, men tað eydnaðist ikki ÍF at fáa mál. Harvið var veikleikin staðfestur, sum fuglfirðingar hava verið plágaðir av alt kappingarárið. Teir hava spælt seg til málmøguleikar, men teir hava ikki verið góðir til at skjóta mál.

At 07 Vestur megnaði at halda tætt, hóast vágamenn vóru undir trýsti, boðar frá, at verjuparturin er vorðin væl tættari, enn hann áður hevur verið.

At vágamenn í dag vunnu trý stig ber við sær, at 07 Vestur ger eitt rættuligt skarvslop. Vágamenn flyta av 9. plássi og fram á 6. pláss.

Úrslitið ber eisini við sær, at ÍF, sum seinni í summar verður partur av steypafinaluni, heldur summarfrí á niðurflytingarplássi.

Merkisvert var tað, at nýggjur maður var millum stólparnar hjá 07 Vestur. Fyrrverandi B36 málverjin, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum hevur verið á flatlondum í útbúgvingarørindum, vardi málið hjá heimaliðnum.

Tvær ferðir var reyða kortið á lofti. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir sá Eli Falkvard Nielsen hjá heimaliðnum fyhri aðru ferð gult og harvið eisini reytt, og í síðsta minutti varð Karl Løkin hjá ÍF útvístur við beinleiðis reyðum korti.

 

07 Vestur-ÍF 1-0 (1-0)

Dómari: Ransin N. Djurhuus

1-0: Jón Nielsen 2.

07 Vestur: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Torstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi E. Nielsen - Badara Diedhiou (Holgar Djurhuus, 46.), Jovan Panic, Tamba Yarjah (Hans Arni Ellefsen, 89.), Jens Erik Rasmussen (Jákup S. Olsen, 71.), Eli F. Nielsen - Clayton Nascimento

Gult kort: Jón Nielsen, Eli Falkvard Nielsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni R. Petersen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum (Ari Ó. Ellingsgaard, 70.), Frank Poulsen, Karl Løkin (Aleksandar Jovevic, 20.), Nenad Saric - Bogi Løkin

Gult kort: eingin

Reytt kort: Karl Løkin 90.