07 Vestur trý stig í Klaksvík

Favorittarnir í 07 Vestur megnaðu tað, sum tað varð roknað við, at teir skuldu megna, tá ið teir seinnapartin vitjaðu næstbesta KÍ liðið.

07 Vestur vann 4-2, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1.

Málini í 1. hálvleiki vóru skorað fyrstu lítlu løtuna. Í 6. minutti legði Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur á odda, tá ið hann var fyrstur á innleggi úr vinstru og við fløtum skoti úr tíggju metrum setti bóltin í KÍ málið.

Tveir minuttir seinni svaraði KÍ aftur. Málskjútti var Gunnleif Biskopstø, sum eftir framlegging gjørdist leysur innanfyri 07 Vestur verjuna.

Tólv minuttir eftir steðgin økti Andrzej Stretowicz til 2-1, og tá ið tað restaði eitt korter skoraði Jens Erik Rasmussen til 3-1. Tá kendist tað sum um, at spenningurin var farin úr uppgerðini. Sjey minuttir fyri leiklok pyntaði Steffan Kalsø, sum seinastu vikurnar hevur verið skaðaplágaður, um fyri heimaliðið, og í síðstu løtu umsetti Jovan Panic brotsspark til mál fyri 07 Vestur. Stutt fyri hálvleik hevði Jens Erik Rasmussen misnýtt brotsspark, sum hann sendi í stólpan.

Eftir góðan stima hevur KÍ einki stig vunnið í fýra teimum seinastu umførunum. 07 Vestur hevur ikki tapt síðani 7. mai, tá ið vágamenn vóru í Vági. Síðani tá hava teir spælt javnt á Argjum og vunnið fýra dystir við málmuninum 21-6!