Tey fýra í 1. deild, sum hava møguleika at flyta upp, eru fremst.
Í dag noyddist VB/Sumba fyri fyrstu ferð av vøllinum í ár uttan at hava vunnið. Teir næstbestu í HB vóru boysnir við oddaliðið, sum megnaði 3-3, hóast HB í Gundadali tvær ferðir var á odda við tveimum málum.
Eftir 5-0 sigur á Toftum er 07 Vestur klárt nummar tvey, og síðani tapið á Tvøroyri hava úrslitini verið sannførandi. Í trimum dystum hevur 07 Vestur vunnið níggju stig við málmuninum 18-1!
TB tapti fyri triðju ferð á rað, tá ið AB á vann 1-0. Úrslitið ber við sær, at TB og AB nú bæði hava tólv stig.
NSÍ sigurin í Streymnesi ber við sær, at nú hava øll liðini roynt at vinna.
Úrslitini
AB-TB 1-0 (0-0)
1-0: Dion Splidt
HB-VB/Sumba 3-3 (2-1)
1-0: Hendrik Rubeksen
2-0: Tummas Hans Rubeksen
2-1: Kenneth Kjærbo
3-1: Hendrik Rubeksen
3-2: Pól Thorsteinsson
3-3: Kári í Lágabø
KÍ-Víkingur (1-0)
1-0: Tórður Lervig
1-1: Sigfríður Olsen
B68-07 Vestur 0-5 (0-0)
0-1: Kim Poulsen
0-2: Kim Poulsen
0-3: Andrzej Stretowicz
0-4: Andrzej Stretowicz
0-5: Sjúrður Ellefsen
EB/Streymur-NSÍ 1-4 (0-1)
0-1: Øssur Dalbúð
1-1: Tonny Kruse
1-2: Øssur Dalbúð
1-3: Jann Martin Mortensen
1-4: Pól Jóhannus Justinussen
Støðan
VB/Sumba 16 stig
07 Vestur 15 stig
TB og AB 12 stig
HB 11 stig
KÍ 10 stig
Víkingur 8 stig
B68, NSÍ og EB/Streymur 3 stig
TB, HB, EB/Streymur og NSÍ hava spælt sjey og hini hava spælt seks dystir.
17. mai
Víkingur-EB/Streymur
VB/Sumba-07 Vestur
NSÍ-TB
HB-AB
KÍ-B68