Tað gekk heilt øðrvísi, enn støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera, tá ið B71 týskvøldið hevði vitjan av 07 Vestur. Talan var um dyst frá sætta umfari, sum 20. apríl varð útsettur orsaka av veðri.
07 Vestur, sum higartil í ár hevur verið á uppflytingarplássi, var favorittur, og fyrstu løtuna gekk tað soleiðis, sum støðutalvan legði upp til.
Tá ið trettan minuttir vóru farnir, var 07 Vestur frammanfyri 2-0. Dann Fróðason setti hol á, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og tríggjar minuttir seinni økti Niels Mouritsen um munin til 2-0.
B71 minkaði um munin, tá ið ein hálvur tími var farin. Clayton Soares skoraði málið, og hálvleiksstøðan var 2-1 til 07 Vestur.
Átta minuttir eftir steðgin var Clayton Soares aftur uppá spæl, tá ið hann javnaði til 2-2.
B71 vann 3-2. Sigursmálið skoraði Símin Hansen við brotssparki, tá ið ein tími var farin.
07 Vestur er framvegis á triðja plássi. Úrtøkan er 25 stig, sum er tvey fleiri enn KÍ, ið er á fjórða plássi. 07 Vestur hevur spælt trettan dystir, og KÍ hevur spælt tólv dystir. Klaksvíkingar eiga útsettan dyst til góða ímóti B71.
B71 er á fimta plássi við 16 stigum fyri tólv dystir.
B68, sum er á sætta plássi við 14 stigum, fær leygardagin vitjan av B71.
07 Vestur fær leygardagin vitjan av B36.