Fótbóltur
Eftir bara eitt vikuskiftið niðan fyri strikuna er AB nú aftur á uppflytarakós.
Argjamenn greiddu sjálvir sín setning, tá teir vunnu tryggan sigur á Víkingi, og so var frøin á Argjum stór, tá boðini um TB-sigurin móti 07 Vestur bórust. Hetta bar nevnliga við sær, at AB nú aftur er framman fyri 07 Vestur, sum annars vann trygt á júst AB fyri viku síðani.
Og eisini í botninum er nú um at gerast heilt spennandi. Tað eydnaðist nevnliga bæði KÍ og EB/Streymi at vinna sínar dystir um vikuskiftið. Hjá EB/Streymi er talan framvegis um, at teir hava knívin heilt nær barkanum, men KÍ kann nú við einum einstøkum sigri lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Seinasti dysturin var á Svangaskarði, har VB/Sumba var á vitjan. VB/Sumba hevur stóran part av árinum verið á uppflytingarkós, men kring summarsteðgin stóð heilt nógv á nøkur á. Nú tykist glið tó aftur vera komið á, og við sigrinum halda teir fast um oddasessin í deildini.
Úrslitini um vikuskiftið
B68-VB/S 2-4
TB-07 Vestur 2-1
KÍ-NSÍ 4-1
AB-Víkingur 6-2
EB/S-HB 3-1