07 Vestur setti nýtt met

Vesturliðið vann í dag størsta sigur, sum besta liðið hjá felagnum nakrantíð hevur vunnið

Næsta kappingarár fer 07 Vestur at spæla í bestu deildini, og B71 fer at spæla í triði bestu deildini. Í dag søgdu bestu liðini hjá hesum báðum feløgunum farvæl við fyrstu deild, tá ið 07 Vestur vitjaði sunnarfyri Skopunarfjørð.

 

 

Úrslitið vísir, at tað vóru minst tvær deildir á muni millum liðiini. 07 Vestur vann 12-1.

Hetta er størsti sigur, sum besta liðið hjá 07 Vestur nakrantíð hevur vunnið. Gamla metið er meiri enn átta ára gamal. Tað var níggjunda august í 2008, at 07 Vestur vann 8-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Seinni hetta árið vann 07 Vestur deildina og flutti upp.

 

 

Toppskjútti í dag var Holgar Durhuus, sum skoraði fýra mál. Søren Nielsen skoraði trý, Martin Tausen skoraði tvey, Gunleif Olsen, Torstein Mýlingstind og Petur G. Dalbø skoraðu hvør sítt mál.

 

 

Samlaða 07 Vestur úrtøkan í ár var 65 stig. Um tað ber gull ella silvur krónur við sær fæst at vita seinni í dag, tá ið dysturin millum EB/Streym, sum hevur 64 stig, og teir næstbestu hjá NSÍ verður liðugur.

 

 

B71 vann tríggjar dystir og spældi fýra javnar. Úrtøkan var harvið trettan stig og tíggjunda plássið.

Einsamalla B71 málið í dag skoraði Ibrahima Camara. Harvið hevur hann í ár skorað átjan mál ella neyvt helmingin av teimum 36 málunum, sum sandoyingar hava skorað.