Nú er greitt at komandi kappingarár verður Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá. Pauli Poulsen skiftir til 07 Vestur, eftir hálvfjórða ár á Skála og tekur yvir eftir Sigtór A. Petersen, sum røkti starvið seinasta mánaðin av kappingarárinum.
- Pauli tekur á seg stóru uppgávuna at standa á odda fyri EFFO-manningini hjá 07 Vestur, sum, í ár, fekk besta úrslitið nakrantíð og endaði við 28 stigum. Tað gjørdist ikki nokk til meira enn 9. pláss, men tá bert eitt lið flutti upp úr 1. deild, sleppur 07 Vestur at halda fram í bestu mansdeildini, skrivar heimasíðan.
Pauli Poulsen er 44 ára gamal og hevur verið venjari hjá feløgum sum Skála, NSÍ og B68.