Í kvøld verður tann fyrsta av fjóðringsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Hon verður millum NSÍ og 07 Vestur, sum møtast við Løkin í kvøld klokkan 19.
Heimaliðið hevur útmerkað seg at vinna á teimum liðunum, sum liggja undir miðstrikuni á stigatalvuni, men júst 07 Vestur vann sær ein javnleik við Løkin í landskappingin fyri næstan trimum vikum síðani.
Fyri NSÍ eru Jóhan Troest Davidsen og Búi Egilsson skaddir. Jóhan Troest Davidsen breyt hondina í toppdystinum móti HB. Hann spældi heldur ikki við móti KÍ.
Fyri 07 Vestur kemur tað illa við, at Jóannis á Steig er ein av teimum mongu, sum er endaður í sóttarhaldi. Hann og Predrag Jeremic verða ikki við í kvøld. Serbiski vongurin er skaddur.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.










