07 Vestur longt sáttmálarnar við Rafael og Predrag

Á útferð í Tindhólmi undirskrivaði málverjin, Rafael Veloso, leingjan av sáttmálanum, so hann verður í 07 Vestur komandi árini. Eisini Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan, boðar 07 Vestur frá.

26-ára gamli portugisiski málverjin hjá 07 Vestur hevur við hesum bundið seg til felagið komandi tvey árini. Rafael Veloso kom til 07 Vestur úr íslendska ÍBV, men hevði frammanundan verið í Valdres í Noregi og fleiri feløgum í Portugal. Rafael Veloso leikti annars ungdómsárini við portugisiska stórfelagnum Sporting Clube de Portugal á teirra U15, U17 og 19-liðum.

Eisini 32-ára gamli Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan. Eins og Rafael Veloso kom Predrag Jeremic til 07 Vestur í ár. Predrag Jeremic hevur eina langa yrkisleið í serbiskum fótbólti, har álopskendi miðvallararin hevur umboðað fleiri feløg.