07 Vestur hevur leigað Ása Dam úr HB. Hann skal avloysa Rasmus Knudsen, sum valdi at gevast saman við Michael Schjønberg í summar.
Rasmus Knudsen hevur verið ein týðandi spælari fyri 07 Vestur. Hann hevur havt fast pláss á vinstra bakki og hevur tikið sær av deyðbóltunum. Tað er ongin loyna, at 07 Vestur royndi at fáa Viljorm Davidsen til felagið í vetur, tá hann kom aftur til føroyskan fótbólt. Familjan hevur eisini tilknýti til nærumhvørvið. Tað ljóðar eisini, at 07 Vestur gjørdi eina roynd at fáa Daniel Johansen, sum í summar skifti aftur til HB.
Ási Dam er ikki júst ein beinleiðis avloysari. Hann er ikki lámur, men hevur spælt fitt av fótbólti á vinstra bakki. Hann er aftanfyri tríggjar landsliðsbakkar í HB, nú Daniel Johansen kom aftur og Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson eru í hópinum.
Talan er um eitt leigumál millum HB og 07 Vestur. Júst hesi bæði liðini eru í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.











